Trøllanes
vøkur bygd á Kalsoynni
Trøllanes er norðasta bygdin á Kalsoynni. Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna.
Á Trøllanesi kanst tú vitja Mikkjalssmiðju og síggja Mikkjal arbeiða og røkja elligamla handverkið í smiðjuni, sum nú er eitt “economusée”. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini.
Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.
mynd:visitkalsoy.fo
Les meir um Trøllanes her: https://www.visitkalsoy.fo/troslashllanes.html
Bústaður
10 Á Trøllanesi, Trøllanes 798, Faroe Islands
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Parkering