Tvøroyrar Klubbi

  • Tvøroyrar klubbi

Barr og náttklubbi mitt á Tvøroyri.

Hugnaligi Tvøroyrar Klubbi í hjartanum av Tvøroyri er eitt av tónleikaligu savningarstøðunum í Suðuroynni. Tað er her at kanska flestu tónleikatiltøkini eru, og at flest fólk savnast í Suðuroynni. Hugnaliga og nýrenoveraða barrin hevur eitt einastandandi útsýni yvir Trongisvágsfjørð.

Í niðaru hæddini er eitt nýtt barrhøli latið upp, ið nevnist Fimmarin. Her er pubbquiz hvørt fríggjakvøld, og eisini verður fótbóltur vístur í Fimmaranum.

Klubbin, ið upprunaliga bleiv bygdur í 1895,  hevur ein minni og ein størri sal, har tónleikatiltøk verða hildin - eru størri tiltøk, hevur staðið 3 barrir.

Klubbin skipar sjálvur fyri tónleikatiltøkum, men kann eisini leigast til føðingardagar, brúdleyp, fermingar o.a.t.

Bústaður

Miðbrekkan 13

Suðuroy

Lýsing

Aldursmark: 18 ár