Veltan

  • Vakstrarhúsið á Sandi

Veltan er eitt felag hjá fólki við áhuga fyri grønmeti og velting.

ET FØROYSKT


Vit í Veltuni halda, at í Føroyum eigur at ber til at eta føroyskt grønmeti! Antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum.

Vit velta salat, kál, gularøtur, glaskál, purrur, røtur, epli, ertrar – sumt í størri nøgdum, annað sum royndir. Vit leggja okkum eftir allatíðina at skapa variatión og vitan um hesa ymsu grøðina.

UM OKKUM


Veltan er í veruleikanum eitt felag hjá fólki við áhuga fyri grønmeti og velting. Summir limir framleiða til sølu, aðrir til egna nýtslu. Tey, sum vilja selja, hava møguleika at nýta merkið hjá Veltuni, umframt at selja sínar vørur gjøgnum felagið.

Veltan eigur triggjar plasttunlar, sum vit nýta sum vakstrarhús. Í tveimum teirra húsast limir, sum arbeiða saman og hvør sær um sína velting, og í tí triðja framleiðir felagið sjálvt.

Alt felagið samstarvar um vitan, sølu og marknaðarføring.

KEYP


Vit selja okkara vørur ymsastaðni – eru í Vágsbotni viðhvørt, selja í FK í Havn, selja úr tunlunum, vit framleiða í, umframt til matstovur og onnur.

VITJA OKKUM


Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Sandoyar Kunningarstovu um tú vilt vitja Veltuna, læra meira og kanska royna teg við at velta.

BÍLEGGING OG PRÍSUR


Til ber at vitja Veltuna, eftir avtalu. Prísurin er 100 fyri hvønn, fyri teir fyrstu 10 gestirnar, hareftir er prísurin 50 kr. fyri hvønn.

Minsti prísur er 800 kr.

 

Bílegg við at skriva til okkum á: info@visitsandoy.fo ella ring á tlf. 222 078.

 

LES MEIR UM VELTUNA HER, ELLA UM TÚ HEVUR AÐRAR FYRISPURNINGAR ENN VITJAN:


http://veltan.fo

Teldupostur: veltan@veltan.fo

Telefon: 221953

Bústaður

10 Eystanvegur, Sandur 210, Faroe Islands

Sandoy