Vestmannabjørgini

Vit sigla ígjøgnum smøl sund og inn í holur sum brimið í øldir hevur borað



Stórsligin bjørg
Á hesum bátatúrinum sum tekur 2 tímar sigla vit ígjøgnum smøl sund og inn í holur sum brimið í øldir hevur borað





Fleiri sløg av sjófugli
Bergið fer yvir 600 metrar beint upp í loft. Og har heldur nógvur sjófuglur til







Hugtakandi Søgur
Tú fert at hoyra um hvussu føroyingar ígjøgnum ættarlið hava sett lívið í váða við at fleyga fugl og reka seyð saman í brøttum líðum og skorum






Vøkur Náttúra
Vit sigla fram við kópalátrum og bygdini Slættanes, har ongin hevur búð síðani mitt í 1960unum, men har fleiri hús kortini standa enn





Gev gætur, at vit leggja stóran dent á trygdina og trivnaðin umborð. Tí fara vit undir Trøllkonufingur sunnantil á Vágoynni, um tað eru ring líkindi undir Vestmannabjørgunum. Best er at bíleggja pláss frammanundan.

Bústaður

Fjarðarvegur 2

Streymoy

Hentleikar

  • Kortgjald
  • Møguligt at bíleggja pláss
  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar