Vesturkirkjan
Vesturkirkjan, ið varð vígd í 1975, er vorðin ein býarmynd í Havn. Í skapi líkist hon einum seglskipi, og við tí 41 metur høga torninum verður hon søgd at vera hægsti bygningur í Føro
Byggilistarliga kemur hettar til sjóndar inni í kirkjuni, har rúmið yvir altarinum ber alt longur og longur upp og dregur hugin á tað óendaliga.
Summi kunnu tulka hetta sum Jákupsstigan, ið gongur til himmals. Onnur kunnu tulka ljósspælið niður á altarið sum stríðið millum ljós og myrkur á Golgata.
Við lítlu lundina framman fyri kirkjuna bleiv í 2006 reist og vígt eitt minnismerki um Sigmund Brestisson, sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Sambært Føroyingasøgu kristnaði Sigmundur Brestisson Føroyar við valdi um ár 1000.
BYGGILIST OG SERLIGT INNBÚGV
Kirkjan er sum heild einføld og stílrein, og samspælið millum hvíta grótveggin og svørtu steinflísarnir á gólvinum geva kirkjurúminum ein serligan dám.
Prædikastólurin og doypifunturin eru, eins og gólvið, úr portugisiskum grótið. Ein minni gyltur krossur prýðir altarið. Hann hevur danski gullsmiðurin og myndlistamaðurin Bent Exner (1932-2006) gjørt.
Yvir altarinum hongur ein størri krossur av ótilvirkaðum eikiviði, ið er høgdur til við øks. Søgan sigur, at tað var ein maður í áttatiárinum, sum høgdi hann til.
Tvær klokkur eru í Vesturkirkjuni. Á aðrari stendur:
„Vakrast er tá smábørn syngja
Og tá kirkjuklokkur ringja“.
Á hinari stendur:
„Málmsløg ljóða Klokkur
bjóða Vítt um vallar Harrin Kallar“.
Bústaður
Landavegur 44
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt