Virkið

Ungmannahúsið mitt í bygdini.

Til ber at leiga ungmannahúsið Virkið á Sandi.

Á Sandi ber til at vitja Listasavnið á Sandi og Bygdasavnið á Sandi. Eisini ber til at fara til handils á Sandi, har vit hava bæði Eldhús (samkeyp) og Hjá Rólant, har til ber at keypa alt millum himmal og jørð. Og áhugaverda verkætlanin Veltan er eisini á Sandi.

Á Sandi finnur tú eisini tann kenda bindisteinin. Konur á Sandoynni hava bundið uppá hendan risastóra steinin ið er 21 metrar til ummáls. Steinurin stendur vestan fyri Sands bygd (á veg móti Søltuvík). Myndaevnið er gívurin í Gívrunarholi. Nærhendis steininum sæst Gívrunarspor, og ein lítlan kilometur vestureftir er Gívrunarhol, har gívurin sigst búgva.

Hanna á Reynatúgvu hevur skipað fyri átakinum við bindisteininum.
HENT AT VITA
Pláss er fyri 40 gistandi.

les meira á www.booklocal.fo

Bústaður

Heimasandsvegur

Sandoy

Tiltøk hjá Virkið

Øki / Bólkar