FÓLKAFUNDUR Á SKARÐINUM
Fólkafundur verður á skarðinum – um viðrar – hesaferð sunnudagin 4.august kl. 15
Fólkafundur verður á skarðinum – um viðrar – hesaferð sunnudagin 4. august kl. 15:00
Listakvinnan Guðrið Poulsen heldur røðuna í ár. Eins og hini árini verður felagssangur og hugni, so havið kaffi og evt. matpakka við.
Er veðrið til vildar er góður møguleiki at halda á fram niðan á Altarið ella á Borgina aftaná felagssangin.
Vit hittast í Miðstaðarlundini kl. 14, tá verður støða tikin til um fari verður niðan á Skarð ella inn í Ribarhús. Hvør støðan verður, verður dagført inni á tiltakinum ''Fólkafundur á Skarðinum'' á Facebook. Sostatt verður høvi at síggja Minnismerkið fyri kvinnur, sum doyðu í barsilssong hjá Guðrið Poulsen, áðrenn gingið verður niðan.
Sjálva tiltakið byrjar kl. 15 á Skarðinum, og tað ber væl til at ganga niðan á sjálvi.
Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin.
Bústaður
Á Skarðinum
Karvatoftir
Eysturoy
Hetta tiltakið er skipað av
Kunningarstovan í Fuglafirði / Visit Fuglafjordur
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar