Málningaframsýning í Ribarhúsi

Beinta Gaard hevur framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði 25. okt. til 28. nov

Fernisering við málningum hjá Beintu Gaard verður 25.okt 2024 kl. 16 til 18 í Ribarhúsi. Øll eru hjartans vælkomin.

Beinta sigur sjálv:

Eg eri ein glað amatørmálari, og eg meini, at ein málningur skal geva gleði og fáa teg at hugsa.

Eg havi, alt eg minnist, sitið og krutla á pappír, men fór at mála 2006. Eg havi gingið á kvøldskúla og á skeiðum, har eg havi lært ymisk háttalag, og hetta hevur givið mær íblástur til tann stíl, eg máli í dag. Eisini havi eg í nógv ár nú bert brúkt fimm litir, og spennandi hevur verið at fáa sum mest burtur úr hesum fimm litum.

Framsýningin hongur í Ribarhúsi til síðst í november.

Bústaður

Ribarhús Fuglafjørður

í Støð 14

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur