Inspiratiónskvøld í JYSK við Anette Sonne

Hóskvøldið 7.november verður inspirstións kvøld í JYSK við Anette Sonne.

Handilin er opin fyri øllum frá kl 19-21 og dentur verður lagdur á pynt og uppsetan av jólavøru.
Anette verður til staðar og er klár at svarað spurningum.

Anette Sonne er ættað av Amager og tók útbúgving sum blómu- og vindeygadekoratør frá 1980 til 1984 í Keypmannahavn.
Í 1984 kom hon til Føroya at arbeiða í blómuhandlinum Árstíðunum í Havn, og frá 1993 til 2014 átti og rak hon blómuhandilin Orkis í Saltangará saman við manni sínum.

Anette er kend sum sum kreativur rágevið til alskyns høvi, og hevur hon millum annað havt uppgávur í sambandi við drotningavitjanir, Jól við Løkin og mangt annað.

Í dag arbeiðir hon sum kreativur dekoratørur hjá Runavíkar Kommunu og hevur frálæru í dekoratión á Glasi.

Ymiskt verður á skránni hetta kvøldi og eisini ávís eyka tilboð.

Bústaður

Jysk

7 Staravegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur