Livandi tilfeingi
Árliga framsýningar- og sølutiltakið: Livandi tilfeingi
Leygardagin, 23.novembur, og sunnudagin, 24.novembur, bjóða vit øllum á gátt í Perluni og Reinsarínum, tá vit skipa fyri árliga framsýningar- og sølutiltakinum, Livandi tilfeingi.
Við livandi verkstaðum og søluborðum sýna vit fram og fagna føroyskt handverk úr træi, leiri, ull, glasi, gróti, stáli o.ø. góðum tilfari. Matur er eisini handverk, og á Livandi tilfeingi finna gestirnir eisini dygdarhandverk úr staðbundnum rávørum.
Opið er leygardag frá 11.00 - 18.00 og sunnudag frá 13.00 - 18.00.
Staðbundin hugni og kafé verður í Perluni og Reinsarínum báðir dagar, meðan opið er, og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja - bæði stór og smá.
Bústaður
Perlan
3 Tórsgøta
Tórshavn
Hetta tiltakið er skipað av
Matkovin
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar