Jón Magnus Joensen í Smiðjuni í Lítluvík

Jón Magnus Joensen hevur eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Í døgunum frá 22. til og við 26. november hevur Jón Magnus Joensen eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Myndevnini á framsýningini eru flestu frá høvuðsstaðarøkinum og lýsa hetta á ymsan hátt. Tað eru fleiri enn 30 málningar við á framsýningini, bæði størri og smærri.
Umframt málningarnar, so eru nógvar myndir, ið eru málaðar við akryl á pappír. Hesar hanga ikki uppi.
Jón hevur málað frá ungum árum og hevur síðan tá havt sjálvstøðugar málningaframsýningar við jøvnum millumbili. Harav fleiri í Smiðjuni í Lítluvík. Hann hevur eisini luttikið bæði á felags framsýningum og sensureraðum framsýningum.
Jón var á listaskúla í Danmark í 2003.
Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum. Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir sín leiklut.
Jón er argjamaður og býr á Toftum. Her hevur hann egið atelier.

Bústaður

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur