Ribarhús í Fuglafirði
Í Ribarhúsi er gallarí, lítil kaffistova, og hugnaligur heimavirkishandil
Mitt í Fuglafirði, niðanfyri vegin stendur ein gamal hugfarsligur og søguligur bygningur frá 1887. Hann sær ikki út av so øgiliga nógvum uttanífrá, men innan, millum gomlu bjálkarnar og brettini, ýður av lívi og kreativiteti allar árstíðir.
Hetta er staðið har Fuglafjarðar Heimavirkisfelag heldur til við sínum fjølbroytta virksemi.
Einum serstøkum handli – Piddasahandli, sum er í tveimum hæddum, og á tremur við heimavirkaðum vørum, sum limirnir selja her. Her fæst eisini tógv og føroyskar fløgur og bøkur.
Á vetri í 2020 lat hugnaliga Lúkukaffi upp, sum er ein kaffistova í gallarínum, har kaffi verður bílagt gjøgnum eina lúku inn í nýgjørda køkin. Her kanst tú njóta ein lekran kaffidrykk úr okkara JURA kaffimaskinu, sjálvandi við onkrum góðum heimabakaðum ella heimagjørdari suppu afturvið. Upplatingartíðirnar síggjast á www.ribarhus.fo
Í bygninginum er eisini eitt heilt serligt Gallarí Ribarhús, eitt gamalt lagur/pakkhús, sum síðan 2001 hevur hýst nógvum listaframsýningum – Fleiri enn 200 framsýningar hjá kendum og minni kendum listafólkum, hava hingið á hesum gomlu brettunum higartil.
Gallaríið er so í hesum døgum vorðið uppaftur serligari. Grundin til tað er, at søguligu, góðu, gomlu ferniseraðu gólvbrettini úr skúlanum frá 1938 eru flutt inn her – stuttligt um tey kundu tosa! Skúlin varð tikin niður í 2017.
Okkara Ribarsloft, verður nógv brúkt til hugnaløtur, skeiðvirksemi, fyrilestrar o.l.
Hølir í húsinum verða eisini leiga út til merkisdagar, veitslur og hugnaløtur, sí www.ribarhus.fo/ribarsloft/leiga
Húsið er opið hvønn gerandisdag alt árið millum 15 og 17.30. Leygardag er opið millum kl. 11 og kl. 14. Um summarið eru tíðirnar øðrvísi - hygg á www.ribarhus.fo
Alt virksemi í samband við húsið verður gjørt av sjálvbodnum, her eru nógv góð høvd og fittar hendur sum taka tørn.
Tú ert hjartaliga vælkomin inn á gólvið – Piddasahandils-megin gjøgnum eina reyða hurð og Ribarhús-megin gjøgnum eina bláa… og tað besta av øllum – ert tú innkomin, antin gjøgnum tað bláu ella tað reyðu hurðina, so kanst tú hugna tær og ganga runt í húsinum, sum tær hóvar, upp og niður gjøgnum knirkandi trappur og út og inn gjøgnum smalar gamlar hurðar – her kanst tú, frá tíð til aðra, njóta framsýningar á høgum støði og her eru nógvir fjálgir krókar við borðum og sofum har tú kanst sita í “inspirerandi” umstøðum og njóta ein kaffiduss…
Í húsinum eru tvey W.C., her er internet og vit hava terminal. Man kann sjálvandi eisini brúka vanligar krónur her.
Tax-free? Ja, her er ALT altíð tax-frítt – og sera ódýrt.
Vit finnast á www.ribarhus.fo, á FB: Piddasahandil og Ribarhús og á Instagram #piddasahandi #Ribarhus
Samband? Ring á tlf. 444427/214427 ella skriva til heimavirk@gmail.com
Bústaður
í Støð 14
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Live framførsla
- Livandi tónleikur
- Søguligt stað
- Omaná
- WC
- Kortgjald
- Familjuvinarligt
- Bólkar
Øki / Bólkar
týs
22
okt
Tilmelding til jólasølu í Ribarhúsi
frí
25
okt
Málningaframsýning í Ribarhúsi
mán
28
okt
Málningaframsýning í Ribarhúsi
frí
15
nov
Akker jólablómuhandil
frí
15
nov
Akker jólablómuhandil
frí
29
nov
Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði
ley
30
nov
Ljós í Advent í Fuglafirði
sun
01
des
Ljós í Advent í Fuglafirði
sun
15
des