Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Kvívík - Válur

  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-102-img-0077-jpg
    Útsigtin suðureftir uppi frá Havnargøtu. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-103-img-0082-jpg
    Stóri slætti Junkarahagin, har vegurin til Vestmanna eisini sæst. Hinumegin Vestmannasund sæst sæst Vágoyggin. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-105-img-0092-jpg
    Eftir bygdagøtuni úti á Sløttum. Mynd: Óli Gardshodn
  • cleardawn-jpg
    Frá tí hægsta staðnum á gøtuni síggja vit her niður yvir Vestmannasund, har vit í høgru síðu síggja Vestmanna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-106-img-0093-jpg
    Uppi frá Brúnni, síggja vit oman yvir Breiðá, sum rennir út í Váli. Ovaliga til høgru síggjast tveir av stóru vatnbyrgingunum, sum veita vatn til vatnorkuverkið í Vestmnna. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-107-img-0100-jpg
    Uppi á Brúnni eru varðarnir stórir og tignarligir. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-109-img-0017-jpg
    Bøgarðsportrið omanfyri Vál tætt við Breiðá. Mynd: Óli Gardshorn

Ein hugnaligur og friðsælur túrur norður gjøgnum Junkarahagan við góðum útsýnið suður og vestureftir – og ikki minst, vakra útsýninum norður yvir fjøllini og dalarnar norðanfyri Vestmanna.

Verður farið úr Kvívík, ber til at seta bilin niðri í bygdini og ganga allan vegin. Høgligast er tó at seta bilin við igloirnar oman fyri landsvegin. Gangast kann eisini frá stóra seyðahúsinum, niðri við landsvegin, sum liggur 100 m. vestanfyri bygdagøtuna, men har eru fleiri hegn beint omanfyri, sum tú mást klintra upp um, so tað vilja vit ikki viðmæla.

Frá Iglounum gongur tú 175 m. niðan til svingið á vegnum. Haðani gongur tú beina leið niðan móti varðunum uppi í brekkuni sum eitur Havnargøtan. Hendan 500 m. teinin niðan til Havnargøtan, eru ongir varðar og gøtan sæst ikki. Annars eru góðir og týðiligir varðar allan vegin til Válin, við undantak av niðastu 300 metrunum á Válinum, har gøtan er umløgd til at ganga ígjøgnum eitt nýtt portur longur eysturi.

Við góða útsýninum suður gjøgnum Vestmannasund og vestur á Vágoynna, gongur tú norður gjøgnum Junkarahagan.  Komin niðaná, kallað Úti á Sløttum, er eisini gott útsýnið norður gjøgnum Vestmannasund og partar av vestmannahaganum, har tú eisini kanst hóma tvær av SEV vatnbyrgingunum – tann ovasta nevnd Frammi á Vatni. Ávegis oman móti Váli, kemur tú til Grindaboðvarðan, har grindaboð blivu rópt oman til vestmenningar. Her uppi er avbera vakurt og friðsælt!

Komin oman um Djúpahjalla, skalt tú halda til høgru eystur móti Breiðá, fyri at koma á portrið á hegninum. Haðani gongur tú beina leið oman gjøgnum brøttu líðina, til stóra seyðahúsið. 
Í staðin fyri at ganga niðan við hetta seyðahúsið á Váli, ber eisini til at ganga niðan gjøgnum Kráargil, 500 m. longur vesturi á landsvegnum, har tað eisini ber til at parkera bilin. 
Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar kunnu verða avgerandi.

Kvívík - Válur
Válur - Kvívík

Kvívík - Válur

Leið 100/300 millum Tórshavn og Vestmanna, steðgar eisini í Kvívík. Sí ferðaætlan:

Parkering, Kvívík
Í Kvívík kann bilurin setast við igloirnar oman fyri landsvegin (sí mynd)

Válur - Kvívík

Leið 100/300 millum Tórshavn og Vestmanna, steðgar eisini á Válinum.

Parkering, Válur
Oman fyri Válin er eitt rættiliga stórt parkeringspláss á landsvegnum beint niðan fyri bygdagøtuna (sí mynd)

  • parkering-v-lur-1-png
    parkering og farleið
Kvívík - Válur
Válur - Kvívík

Kvívík - Válur

Válur - Kvívík

Fakta

path icon
1t 35m

Tíð

path icon
4.8 km

longd

hilltop peak icon
421 m

Hægsta stað

family icon
248 m

Hæddarmetrar


family icon Gongutúrurin er væl egnaður við børnum
difficulty icon Miðal - Gott er at ganga allan vegin, men rættiliga nógvir hæddarmetrar
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours