Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Nólsoy - Borðan

  • Uppi við Kagið er útsýnið avbera gott. Her síggja vit norður yvir Nólsoyarbygd, við Eysturoynni í baksýninum. Mynd: Óli Gardshodn
  • klara-johannesen-klarajohannesen-bordan-closed-1-jpg
    Mynd: Klara Johannesen
  • copy-of-klara-johannesen-klarajohannesen-bordan-closed-3-jpg
    Closed for Maintenance toymi røkir og umvælir bygdagøtuna út á Borðuna. Mynd Klara Johannesen
  • klara-johannesen-klarajohannesen-bordan-closed-2-jpg
    Closed for Maintenance toymi røkir og umvælir bygdagøtuna út á Borðuna. Mynd Klara Johannesen
  • klara-johannesen-klarajohannesen-bordan-closed-jpg
    Closed for Maintenance toymi røkir og umvælir bygdagøtuna út á Borðuna. Mynd Klara Johannesen
  • Tað eru tveir vitar suðuri á Borðuni. Hesin á Tumbini, kallaður Nólsoyarviti, er tann størri og eisini ein av heimsins kraftigastu. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Íbúðarhúsini úti við Nólsoyarvita. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Gøtan frá Nólsoyarvita oman á lendingina. Lendingin er aftanfyri húsini, sum vit síggja í baksýninum. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Á vegnum frá Nólsoyarvita oman á lendingina kanst tú síggja heilt fitt av lunda sita fram við eggini. Photo: Óli Gardshodn

Gongutúrur tvørturum Nólsoynna til vitan á Borðuni

Túrurin byrjar við at ganga eftir vegnum sunnanfyri. Beint innanfyri bøgarðin er Korndalur, har sagnkendu Prinsessutoftirnar síggjast.

Slóðir frá gomlum vatnrørum síggjast uttanfyri bøgarðsportrið. Fylgið gøtuni til komið verður til gomlu vatngoymsluna. Her stendur fyrsti varðin, sum staðfestir leiðina. Leiðin gongur suðureftir á vestaru síðu. Gøtan er góð at ganga og fitt av ábøtum eru gjørdar í samband við átakið Closed for Maintenance, seinastu árini.

Á veg niðan verður gingið framvið staðnum, Uppi í Skipi, har tað sigst, at nólsoyingar goymdu seg fyri sjórænarum fyrr í tíðini.

Komin niðan á bakkan er Hvíliplássið, har vanligt er at hvíla seg og njóta vakra útsýnið. Komin nakað suðureftir leiðini er Langabrekka, sum gongur beint fram. Her kann lendið vera vátt í støðum. Umframt varðarnir, eru eisini gjørdar brúgvar út timbur.

Komin suður til Nólsoyar vita sæst stásiligi bygningurin, sum varð reistur í 1893. Vitin hevði eina óvanliga stóra linsu, næstan 3 metrar høg og vigaði umleið 4 tons. Húsini kring vitan vóru upprunaliga bygd til trýggjar familjur, men í dag býr ongin á Borðuni.

Ein annar viti stendur umleið hálvanannan kilometur burtur frá Nólsoyarvita. Tað er hesin, ið sæst lýsa frá Havnini.

Nólsoy - Borðan

Nólsoy - Borðan

Silgt verður við SSL, leið 90, Tórshavn – Nólsoy: https://www.ssl.fo/en/timetable/ferry/90-torshavn-nolsoy/ 

Parkering, Tórshavn:
Bilurin skal ikki takast við, men skal parkerast í Havnini. Í Nólsoy verður gingið beinleiðis frá bátinum og út á varðagøtuna. 
Í Tórshavn er 8-tíma parkering loyvd á ávísum økjum, sí grønu sirklarnar á myndini. Til ber eisini at parkera bilin uttanfyri P-sonuna  – víst við reyðu stiblaðu linjunum, har ongar tíðaravmarkingar eru.
Frá parkeringsøkjunum, verður gingið oman til ferguna (M/S Ternan), sum liggur niðri á Kongabrúnni, sum víst við bláa fýrakantinum.
 

Nólsoy - Borðan

Nólsoy - Borðan

Fakta

path icon
5t 0m

Tíð

path icon
6 km

longd

hilltop peak icon
222 m

Hægsta stað

family icon
233 m

Hæddarmetrar


family icon Ja 10 ár+. Gott at ganga, men heldur langt fyri smærri børn.
difficulty icon Miðal - Eitt sindur tungt og brætt niðan á Hvíliplássið. Túrurin er rættiliga drúgvur.
terrain icon Valla og gott lendi allan vegin. Ein hampiliga stórur partur av gøtuni – kanska serliga Langabrekka og suður móti Líðarfjalli (uml. 3 km), verður gingið gjøgnum vátlendi.
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours