Báta- og Listasavnið í Leirvík
Báta- og Listasavnið er opið týsdag kl. 14-17 og hósdag kl. 14-16
Báta- og Listasavnið í Leirvík er í hølunum í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík.
Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið sera væl lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið.
Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.
Báta- og Listasavninum hevur hølir, ið eru vælegnaði til fyrilestrar og onnur tiltøk. Hesi kunnu leigast eftir nærri avtalu.
-----
Báta- og Listasavnið er opið soleiðis:
Týsdag kl. 14 - 17
Hósdag kl. 14 - 16
Bólkar og onnur eru altíð vælkomin at bíleggja rundvísing uttan fyri hetta tíðarskeið á tlf. 730150 ella á teldupost: batasavn@email.fo
Kostnaður fyri at vitja savnið er kr. 75 fyri vaksin og kr. 25 fyri børn.
Bústaður
Kulibakki 8
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt