Ein dropi í lívsins havi
Minnisvarðin í Svínoy
Minnisvarði fyri tey, sum eru farin í vanlukkum í Svínoy, og hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum.
Tað er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984. í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin.
Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861-1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við tilsamans 24 monnum.
Listarmaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið minnisvarðan, sum er framleiddur í Týsklandi.
Minnisvarðin var avdúkaður á sumri 2019.
Bústaður
5 Eystur í Hagan, Svínoy 765, Faroe Islands
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt