Haraldsund
Bygd á Kunoy
Nú eru tvær bygdir í Kunoy – vestanfyri er Kunoy, uppkallað eftir oynni, og eystanfyri er Haraldssund, uppkallað eftir sundinum millum Kunoy og Borðoy. Tað slepst í oynna tvørtur um eina byrging millum oyggjarnar. Tú sleppur vesturum oynna ígjøgnum tunnil, sum gongur tvørtur gjøgnum oynna.
Í Haraldsundi er eitt virki bygdafelag, bygdafelagið Ljósið, og tey skipa javnan fyri tiltøkum, so sum jólahugna, fyrilestrum og dansi. Bygdafelagið hevur eitt bygdahús.
Í oktobur 2018 búðu 76 fólk í Haraldsundi.
les hvat Norðoya kunningarstova viðmælir at gera, tá tú ert í Haraldsundi: http://visitnordoy.fo/fo/frontpage/about/nordoyggjar/kunoy/kunoy-locals-choice/
myndin er frá snar.fo
Bústaður
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt