Hattarvík
Bygd á Fugloy
Hattarvík liggur væl vard í djúpu víkini á eystaru síðu á Fugloynni. Høga hellan trínur fram sum ein skansi ímóti aldubrotunum niðan fyri bygdina, har floksmennirnir einaferð løgdu ætlanir um at leggja allar Føroyar undir seg.
Hattarvík er nevnd í hundabrævinum frá á leið 1350, og hon er karmur um dramatiskar sagnir og ævintýr, sum framvegis endurspeglast í staðarnøvnunum í bygdini – eitt nú í Gullheyggi, Rólvasteini og Kellingagarði. Fólkatalið var mest undan seinna heimsbardaga, tá upp ímóti 100 fólk búðu í bygdini, men íbúgvarnir hava verið støðugt fækkandi síðani miðskeiðis í 1960-árunum. Í dag eru fá, sum búleikast alt árið í Hattarvík, men bygdin er – eins og Fugloyggin – vorðin eitt vælumtókt føroyskt ferðamál.
Kelda: visitnordoy.fo
?Klara Johannesen
Bústaður
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt