Húsar

Kalsoy

Húsar - ein elligomul bygd


Næstsyðsta bygdin á Kalsoynni er Húsar. Húsar er elligomul bygd. Ikki minst gamli gravstaðurin norðan fyri Gjógvaránna bendi á, at so er. Gamalt er eisini,  at fyrstu húsini í bygdini ikki sóust frá sjónum fyri einum heyggi, sum tá var norðan fyri húsini. Soleiðis var bygdin væl vard fyri ófriðaskipum. Húsanavnið á Heyggi verður enn nýtt á Húsum.

Kirkjan, ið nú stendur, varð vígd í 1920. At líkna við aðrar kirkjur á smáplássum er hon stór og snotilig kirkja. Um hetta mundið var bygdin í støðugari menning. Eftir at Kongaligi einahandilin varð avtikin í 1856, gjørdist fiskivinnan  týdningarmesta vinnan eins og flestu aðrastaðni.

Bygdarhúsið hjá Sóknarfelagnum Sigursglæmuni stendur mitt í bygdini og er karmur um mangt tiltakið. Smoltstøðin sunnan fyri Húsar er nú størsta arbeiðsplássið í Húsa kommunu. Matsøluvirksemið hjá Viljin Catering úr góðkendum køki á Húsum er í stórari menning við virkisøki um alt Føroya land, og rabarbusaft av Húsum er vælumtókt og verður seld ymsastaðni kring landið.

Á Húsum er kend frásøgn um húsarænarnar frá 1600 talinum.

Sambært Hagstovu Føroya búgva fjøruti fólk á Húsum í 2015.


Kelda og mynd: visitkalsoy.fo

Bústaður

Norðoyggjar

Samband

web icon

phone icon

+0

email icon