Marjunar hav
og relieff eftir Óla Skarðenni
Marjunar hav
Fyri umleið 300 - 400 árum síðani var ein arbeiðsgenta í Norðnástovu í Mikladali, sum nevndist Marjun. So hendi tað, at henda Marjun var vorðin við barn, og var tað ikki gamansleikur tá á døgum at koma “skeivt fyri”.
Ein dagin fór Marjun til neytar saman við hinum neytakonunum. Sum tær ganga niðan við ánni Áargil, steðgar hon brádliga við ein stóran og vakran stein, ið har lá, og mælti: “Eg veit, hvat ið mær bíðar: helst at lata lív. Tí skal hesin steinurin liggja sum hav eftir meg”, og so tók hon um steinin, lyfti hann og legði hann “upp á løg”. Men hvussu síðan gekst Marjuni, sigur søgan onki frá.
Í seinnu helvt av 19. øld varð havið flutt oman at húsum og lagt inn um bøgarðin tætt við Garðahjall á Brúgv, t.e. har kjøthjallurin í Hússtovu er nú. Helst mundi grundin til flytingina vera, at tað har lá høgligari fyri hjá teimum, ið hug høvdu at royna styrki sína. Staðið, har havið av fyrstan tíð varð lagt á løg, verður enn kallað uppi við Hav.
Fyri nøkrum árum síðani varð havið aftur flutt og liggur nú á friðaða økinum við mylnuhúsið.
Einaferð bygdu menn eitt torvhús uppi við Hav. Teir tóku tá henda vala stein og laðaðu hann í torvhúsveggin, men hetta dámdi summum av bygdamonnunum ikki. Teir bóðu tí um at sleppa at taka havið úr aftur vegginum, og so varð gjørt. Meðan hetta fór fram, segði ein av húskallunum, ið nevndist Óla Jákup, at eftir seg skuldi hesin steinur ikki liggja á landjørðini, um hann ikki lyfti hann, fyrr skuldi hann rulla hann á sjógv. Helst hevur hann verið ov tungur hjá honum at lyfta, tí havið varð liggjandi.
Søgan sigur frá sterkum monnum í 19. øld, sum hava lyft havið, t.d. Óli í Depli, sonur Tummas í Depli, ið var ættaður úr Mikladali, og Óli í Útistovu, táverandi bóndi í Útistovu. Eisini í okkara øld eru menn, sum sigast hava lyft havið.
Ein onnur søga um havið er, at tá kirkjan varð bygd í Mikladali ár 1859, var arbeiðsformaðurin, ið var avbygdarmaður, farin í hagan at sóknast eftir gróti til kirkjubygningin. Komin fram á nevnda hav, sum hann ikki kendi søguna um, byrjaði hann at sláa av steininum fyri at evna hann til. Meðan hetta fór fram, kom mikladalsmaður gangandi framvið og gjørdi formannin varugan við, at henda stein mátti hann lata liggja í friði, tí hetta var eitt søguligt hav. Og so varð, havið varð liggjandi, men var tá tey 20 kg lættari, sum sligin vóru av tí, enn tá Marjun legði tað á løg.
Í seinni tíðum hevur Marjunar hav fyri tað mesta hvílt í friði fyri mannahond, men nú tykist áhugin fyri at royna seg í styrki t.d. við at lyfta høv o.a. aftur at kykna millum manna. Og tí er áhugin fyri Marjunar havi eisini við at vakna av nýggjum. Millum annað er tað nú lagt á høgligt stað.
Eisini hevur mangan verið borið upp á mál, hvussu nógv havið vigar. Um hetta hava ymiskar gitingar verið. Fyri at staðfesta røttu vektina, hava menn nú vigað “havið” og kunnu siga frá, at rætta vektin er 287,5 kg (575 pund).
Úr bókini:
Rógva í fedranna slóð
Søgur úr Mikladali
Tekstir eftir Líggjas Eliassen
Myndin er frá liftingstones.org
Bústaður
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt