Skarvanes
Les meir um bygdina her
BYGDIN
Skarvanes er minsta bygdin í Sandoynni. Har búgva umleið 10 fólk.
Skarvanes er gomul bygd. Fólk hevur búð har, í hvussu so er frá um ár 1500. Bygdin liggur á vestursíðuni, og var tí sera gott kornpláss. Suggan á Skarvanesi var eisini óføra gott rekapláss.
Skúli var á Skarvanesi, men var niðurlagdur í 1971.
Kirkja hevur ikki verið á Skarvanesi, men í gamlari tíð var bønhús í bygdini.
DÍÐRIKUR Á SKARVANESI
Díðrikur á Skarvanesi ella Díðrikur í Kárastovu, sum hann vanliga var nevndur, var føddur í Dímun í 1802. Hann var fyrsti listamálari í Føroyum.
Díðrikiur málaði fuglarmyndir. Hann var sjálvlærdur, men var í 1828 í Keypmannahavn og nam sær kunnleika í málningalist. Einans fimm av hansara málningum eru varðveittir. Teir kunnu síggjast á føstu framsýningini á Listasavni Føroya.
Dýðrikur doyði í 1865.
GAMLA MYLLAN
Fram við skúlanum rennur Mataráin, og har stendur eisini tann gamla myllan, sum Føroya Forminnissavn eigur í dag.
GONGUTÚRAR
Bygdagøta er millum Skarvanes og Dal. Hon varð skeltað og umvæld sum partur av Closed For Maintenance átakinum hjá VisitFaroeIslands í apríl 2019. Gongutúraskeltið finnur tú við parkeringsøkið á Skarvanesi, og fyri at finna fyrsta prestin har bygdagøtan byrjar, gongur tú eftir ovara vegi. Bygdagøtan er merkt við varðum, bláum varða-prestum eins og trappum yvir um hegn.
Vinarliga fylg merktu gøtuni um tú fert hendan góða túrin, og sig onkrum frá áðrenn tú fert, so tú ikki órógvar rakstur o.a. í haganum.
Bústaður
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt