Skarvanes

Les meir um bygdina her





BYGDIN


Skarvanes er minsta bygdin í Sandoynni. Har búgva umleið 10 fólk.

Skarvanes er gomul bygd. Fólk hevur búð har, í hvussu so er frá um ár 1500. Bygdin liggur á vestursíðuni, og var tí sera gott kornpláss. Suggan á Skarvanesi var eisini óføra gott rekapláss.

Skúli var á Skarvanesi, men var niðurlagdur í 1971.

Kirkja hevur ikki verið á Skarvanesi, men í gamlari tíð var bønhús í bygdini.

DÍÐRIKUR Á SKARVANESI


Díðrikur á Skarvanesi ella Díðrikur í Kárastovu, sum hann vanliga var nevndur, var føddur í Dímun í 1802. Hann var fyrsti listamálari í Føroyum.

Díðrikiur málaði fuglarmyndir. Hann var sjálvlærdur, men var í 1828 í Keypmannahavn og nam sær kunnleika í málningalist. Einans fimm av hansara málningum eru varðveittir. Teir kunnu síggjast á føstu framsýningini á Listasavni Føroya.

Dýðrikur doyði í 1865.

GAMLA MYLLAN


Fram við skúlanum rennur Mataráin, og har stendur eisini tann gamla myllan, sum Føroya Forminnissavn eigur í dag.

GONGUTÚRAR


Bygdagøta er millum Skarvanes og Dal. Hon varð skeltað og umvæld sum partur av Closed For Maintenance átakinum hjá VisitFaroeIslands í apríl 2019. Gongutúraskeltið finnur tú við parkeringsøkið á Skarvanesi, og fyri at finna fyrsta prestin har bygdagøtan byrjar, gongur tú eftir ovara vegi. Bygdagøtan er merkt við varðum, bláum varða-prestum eins og trappum yvir um hegn.

Vinarliga fylg merktu gøtuni um tú fert hendan góða túrin, og sig onkrum frá áðrenn tú fert, so tú ikki órógvar rakstur o.a. í haganum.

Bústaður

Sandoy

Samband

web icon

phone icon

+0

email icon