Vágstún

Vágstún er eitt torg mitt í Klaksvík. Tað stóra jólatræið í býnum stendur í Vágstúni.

Á norðoyastevnu plaga fólk at samlast í Vágstúni, til røður, tónleik, skrúðgongu, felagssang og fýrverk.

Vágstún er ein partur av økinum á summarfestivalinum.

Vágstún verður eisini brúkt til ymisk tiltøk, so sum barnadans og aðrar framførslur.

Elsti kirkjugarðurin í býnum er í Vágstúni, og minnisvarðin fyri tey sjólátnu er í gamla kirkjugarði. Har verður allahalganadagur hildin.

Janus Hansen hevur tikið myndina.

Bústaður

Vágstún

Norðoyggjar

Samband

web icon

phone icon

+0

email icon

Tiltøk hjá Vágstún

Øki / Bólkar