Viðareiði

Um bygdina

Fuglabjørgini fyri norðan, ríka lendið í dalinum og góðu møguleikarnir at rógva út á fiskimiðini hava gjørt sítt til, at Viðareiði søguliga hevur verið høvuðsstaður í Norðoyggjum.
Viðareiði er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum (1350-1400). Greitt er tó, at búsetingar hava verið longur, enn fyrstu skrivligu keldurnar vísa á. Fram til 1934 vóru allar Norðoyggjar eitt prestagjald, og høvuðssætið var á Viðareiði. Villingardalsfjall (844 m), ið er triðhægsta fjall í Føroyum, stendur sum ein borg norðan fyri bygdina, og sunnanfyri trónar Malinsfjall (751 m) upp ímóti hæddunum. Tað hevur kravt dirvi og hegni av viðoyingum at fáa náttúrutilfeingið til vega, og prísurin hevur mangan verið høgur. Í 2017 læt upp minnislund yvir tey, ið eru dottin oman í bjørgunum, sjólátin, ella á annan hátt hava mist lívið úti í náttúruni.
Sermerktu
grótgarðarnir á Viðareiði, ið eru fleiri metrar høgir, girða teigarnar inni, sum einaferð myndaðu lívið á Viðareiði. Alt grótið er tikið úr lendinum við handamakt, tá ið viðoyingar veltu hagan til bø.



Kelda: visitnordoy.fo


Mynd: Kirstin Vang

Bústaður

Norðoyggjar

Samband

web icon

phone icon

+0

email icon