Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði

  • Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði (Fjord)

Hugnið tykkum í hugnaliga Fuglafirði, sum er í jólahýri við góðum tilboðum

Í Fuglafirði er hesin dagurin ikki svartur, men bjartur! Jólaperurnar eru tendraðar, hugnin er í hásæti, og fólk og handlar eru í góðum hýri við góðum tilboðum. So komið ein túr inn til Fuglafjarðar og hugnið tykkum við jólakeypum og jólahugna!

Upplatingartíðir:
Kl. 10 – 20 Mótahandlarnir Kato & Vørðslan og gávubúðin Fjord hava opið
Kl. 11 - 18 Piddasahandil við bundnum og heimavirkaðum vørum er opin og Akker hevur støkk-upp jólablómuhandil. Í Ribarhúsi er síðsta freist at síggja framsýningina hjá Beintu Gaard. Á loftinum tekur Rósa R. Simonsen fittar jólamyndir. Bílegg tíð á tlf. 586359
Kl. 11.30 - 18 Lúkukaffi í Ribarhúsi. Suppa til uppi er, gott kaffi og køka allan dagin
Kl. 13 - 20 Tógvhandilin NoðaStova og kosmetikkhandilin Beautee hava opið

Tiltøk:
Kl. 15 Noðastova DUSS&SUSS: Alisa Vesenberg, knitfluensari, hugleiðir um ‘Frá ófriði til bindifrið.’ Minus 20% hendan dagin
Kl. 17 Ribarsloft: Hekklaða jólatræið verður tendrað. VEGA kórið syngur

Bústaður

Ribarhús Fuglafjørður

í Støð 14

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur