Fosse fyri tornom

Upphiting til Bókadagar!

Rithøvundurin, ið fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 2023, Jon Fosse, kemur til Bókadagarnar í novembur og í hesum sambandi bjóðar Norðurlandahúsið til skemtisýningina Fosse for dumskallar (Fosse fyri tornom).

Hevur tú hoyrt um Fosse, men ongantíð lisið nakað hjá honum? Hevur tú kanska lisið Fosse, men ert forvitin um, hvør maðurin er? Hetta er eitt bókmentaligt stand-up um Jon Fosse; um mannin, skaldið og lívið.

Vælkomin til nakað so sjáldsamt sum ein ljósan og lættan fossesjónleik. Fosse fyri tornom eru søgur, greiningar og skemt um størsta úrmælingin, sum nakrantíð er sprottin úr Hardanger í Norra. Verðins fyrsti nobelprísvinnari við nýnorskum sum høvuðsmál!

Hvør er hann? Hvat skrivar hann um? Hvussu skrivar hann, og hvat var tað, sum hendi, tá maðurin, sum ongantíð vildi skriva leikrit, knappiliga gjørdist eitt leikritaskald, ið er kendur um alla verðina?

Hvat er samband hansara til komma, til norsku eplaknettini komle og til bilkoyring? Og ikki minst, er Fosse so ólukksáliga óatkomiligur, sum fólk vilja vera við?

Hetta er inngongdin inn í fosseríkið fyri tey tornomu, og so er eisini okkurt skilagott at heinta hjá teimum, sum vita eitt sindur.

Tekstur og framførsla á nýnorskum: Linda Eide
Tónleik og backing: Sjur Hjeltnes

Fyriskipari: Norðurlandahúsið í Føroyum

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar