Kanska ein bygd

BYDANS: Pallverk hjá dansivirkinum RIVA (frumframførsla)

Hvat var tað akkurát, sum leiddi tvey nærri ella burtur hvør frá øðrum?
Hvønn kollveltandi leiklut kann ein gerandisløta hava?
Hvørjar relatiónir vórðu nøktaðar og noktaðar?

Kanska ein bygd er eitt heildarverk hjá RIVA, ið samantvinnar dansi- og ritlist, og viðger, hvat tað er at minnast farnar relatiónir umvegis frásagnir um fólk, ið eru deyð.

Verkið er ein roynd at skapa eitt inniligt rúm, ið setir spurnartekin við hvørji vit eru saman við hvørjum øðrum og uttan hvønn annan. Tað er áhugin í teirri menniskjaligu tilveruni á einum heimspekiligum grundarlagi, ið drívur verkið. Umvegis gerandisligar og poetiskar tekstir og rørslur verða løtumyndirnar og tær lekjandi rørslurnar millum menniskju, ið mynda farnar relatiónir, pallsettar.

Toymið
Hugskot og listalig leiðsla: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen, Beinir Bergsson og Vár B. Árting
Koreografi og framførsla: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting
Tekstir: Beinir Bergsson
Ljós: Villiam Soo Joensen
Ljóð: Heðin Ziska Davidsen
Grafikkur: Billa Jenný Jónleifsdóttir
Myndir: Gwenaël Akira Carré Helmsdal
Framleiðsla: Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting
Samframleiðsla: Norðurlandahúsið og bydans.

Kanska ein bygd er skapað við stuðli frá Mentanargrunni Landsins, Almanna- og Mentamálaráðnum og Tórshavnar Kommunu. Serlig tøkk til Dansifrøi, ið húsar arbeiðinum hjá RIVA.

Kunning um atgongumerki
Tá ið tú keypir festivalpass til bydans, fært tú atgongumerki bæði til Kanska ein bygd og Where even flowers can grow. Eisini er møguligt einans at keypa atgongumerki til Kanska ein bygd.

Kostnaður
Festivalpass: 250 kr. (lesandi og ung undir 18 ár: 150 kr.)
Kanska ein bygd: 195 kr. (lesandi og ung undir 18 ár: 100 kr.)

Kanska ein bygd er liður í bydans - A Moving Festival
bydans er nýggjur dansifestivalur, sum er í tveir dagar. Danisfestivalurin fagnar margfeldinum í modernaða dansinum og hevur til endamáls at fáa fleiri sløg av nýmótans dansi út har, sum ynski eru um fleiri dansiupplivingar.

Festivalurin gevur áskoðarunum møguleikan at uppliva nýggj sløg av dansi eins og hann víðkar og avbjóðar okkara fatan av, hvat dansur kann vera.

Á skránni eru trý norðurlendsk verk í ymiskum skapum: Boundary, Where Even Flowers Can Grow og Kanska ein bygd. Ein innseting av einum tykisheimi, ein innilig dansisýning, har áskoðararnir koma nær dansarunum, og síðani ein sýning, sum varir alt kvøldið, har poesi og dansur gerast eitt.

Hetta er fyrstu ferð, at bydans er. KOMMA Performance Productions og RIVA - The Faroese Dance Company hava tikið stig til tiltakið í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.

Festivalurin er stuðlaður av Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Almanna- og Mentamálaráðnum.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar