Metal Jólabonanza

Fýra bólkar uppá eitt kvøld við tí besta og ørasta tónleikinum

Fýra bólkar uppá eitt kvøld við tí besta og ørasta tónleikinum sum Føroyar klárar at diska upp við, tað verður eitt kvøld sum málmfjepparir og málmáhugaði seint fara at gloyma!

Nú eru 7 long ár síðan at Necrolepsia hava trakkað upp á pall, og tíðin er endiliga komin aftur! Í summar gav black'n'roll bólkurin Necrolepsia tí allarfyrstu føroysku black'n'roll plátuna út, og vísti hervið heiminum teirra serliga kokkteyl av metal og rokktónleiki, við løgum sum "Oktober" og "Atterglans". Nú verður høvið at koma til ársins lívligastu líkskoðan!
Bólkurin hevur valt at endurrísa gamla táttin við at hava eina rimmar metal konsert millum jól og nýggjar. Teir bjóða hervið øllum føroyskum málmsfjepparum og áhugaði at koma at pikka korn sum tann beri fanin!

Við sær hava teir tað allarbesta sum lokalur málmur hevur at bjóða uppá: Death metal bólkurin Goresquad og svartrokk trio'in Svartsalt fara at geva nakrar sjálvsamar og einastandandi framførslur. Harafturat verður nýggjasta skotið í føroyskari málmsøgu at
hoyra við Eimyrja.

Bústaður

OY Brewery

4

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar