Dansur á Fjølmentanarvikuni

FJØLMENTANARVIKAN 2024: Dansiverkstovur

Vit gleða okkum at heiðra fjølmentanina, tá Tórshavnar kommuna bjóðar øllum áhugaðum at taka lut í einari spennandi røð av opnum dansiverkstovum kl. 10.00 - 16.00 í samband við ársins Fjølmentanarviku!

Luttakarar kunnu vænta sær hugna, rørslu og góðar brellbitar úr ymsum dansistílum undir kønari leiðslu av fólki, ið vanliga undirvísa í dansi. Verkstovurnar verða allar hildnar á enskum, luttøka er ókeypis, og undirvísingin er tillagað soleiðis, at øll kunnu verða við uttan mun til førleikar ella annað.

Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum, um tú ætlar tær einsamøll/einsamallur, ella tú kemur við venjingarliðnum, pensjónistabólkinum, bindiklubbanum ella bara vinunum – hvør veit, kanska tú fært brell at halda fram.

Minnist til góðu venjingar- ella dansiskógvarnar umframt at vera í klæðum, sum tit føla tykkum væl í. Verkstovurnar vara 45 minuttir hvør.

Verkstovur:

Peruvianskar rútmur við Patriciu Rasmussen
Lær at dansa til peruvianskar rútmur við Patriciu Rasmussen. Slá heilan frá, og lat vælljóðandi býartónleikin sveiggja og leiða kroppin eina løtu. Her kanst tú njóta tað luksus, at vera akkurát sum tú er og saman við øðrum dansa teg til eitt gott og láturmilt lag.

Lær at dansa afrohouse við Yann Sadembou
Afrohouse er ein sera lívligur modernaður dansur, har dansað verður til taktina av angolskum og suðurafrikonskum house tónleiki. Rørslurnar fáa sín íblástur frá upprunadansinum úr báðum londunum blandað við modernaðum hip hop.

Lær at dansa bachata við Sharon Sivertsen
Bachata er ein suðuramerikanskur pardansur, sum hevur røtur í salsa. Tempoið er tó lægri enn salsa, og nógvur dentur er lagdur á at raka rætta styling, samband og ljóman (en: musicality). Á verkstovuni sleppur tú at venja byrjanartrinini við ella uttan dansipartnara, áðrenn tú verður boðin at royna onkrar av teimum meira framkomnu teknikkunum.

Lær at dansa føroyskan dans við Elini Mariu Olsen
Elstu kvæði okkara eru yrkt í 14. øld. Hesi eru borin í arv gjøgnum ættarlið, fyrst av munni til munn, og hava verið við til at varðveita føroyska málið, til tey vórðu niðurskrivað í nýggjari tíð. Hesi aldagomlu kvæði verða kvøðin á gólvi í dag, eins og fyri fleiri hundrað árum síðani.

Stigini eru einføld, so øll kunnu luttaka. Harumframt dansa øll saman, so bæði einstaklingar, pør og bólkar eru vælkomnir. Á verkstovuni fáa tit eina grundleggjandi frágreiðing um søguna handan dansin, um kvæðaløg og um mentanarliga týdningin í dag.



SKRÁIN

Kl. 10.00 Peruvianskar rútmur við Patriciu Rasmussen í Skálanum.

Kl. 11.00 Afrohouse við Yann Sadembou í Klingruni.

Kl. 12.00 Bachata við Sharon Sivertsen í Klingruni.

Kl. 13.00 Peruvianskar rútmur við Patriciu Rasmussen í Skálanum.

Kl. 14.00 Afrohouse við Yann Sadembou í Klingruni.

Kl. 14.00 Føroyskur dansur við Elini Mariu Olsen í Skálanum.

Kl. 15.00 Bachata við Sharon Sivertsen í Klingruni.

Kl. 16.00 Føroyskur dansur við Elini Mariu Olsen í Skálanum.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur