Where Even Flowers Can Grow

BYDANS: Dansisýning

Tiltakið krevur festivalpass

Hvat gera vit, tá vit kenna okkum mótleys?
Hvussu fáa vit hesar síðurnar av okkum at hanga saman?
Hvussu lekjast vit og hvussu kunnu vit saman lekjast?

Where Even Flowers Can Grow er ein tvørlistalig dansisýning, sum kannar trivnað og sálarheilsu gjøgnum rørslur, ljós, ljóð og rúm. Sýningin opnar dyrnar inn í ein innara heim, kannar og gevur rúm til lítlar og stórar felags umbroytingar.

Við at leggja dent á tað sansaliga umhvørvið vilja listafólkini kveikja í áskoðarunum eina uppliving og kenslu av falsloysi, av kloyving, longsli, dreymi og gandi.

Sýningin er stuðlað av Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond, Augustinusfonden, William Demant Fonden og Frederiksberg Kommunu.

Kunning um atgongumerki
Tá ið tú keypir festivalpass til bydans, fært tú atgongumerki bæði til Kanska ein bygd og Where even flowers can grow. Eisini er møguligt einans at keypa atgongumerki til Kanska ein bygd.

Kostnaður
Festivalpass: 250 kr. (lesandi og ung undir 18 ár: 150 kr. )
Kanska ein bygd: 195 kr. (lesandi og ung undir 18 ár: 100 kr.)

Where Even Flowers Can Grow er liður í bydans - A Moving Festival
bydans er nýggjur dansifestivalur, sum er í tveir dagar. Danisfestivalurin fagnar margfeldinum í modernaða dansinum og hevur til endamáls at fáa fleiri sløg av nýmótans dansi út har, sum ynski eru um fleiri dansiupplivingar.

Festivalurin gevur áskoðarunum møguleikan at uppliva nýggj sløg av dansi eins og hann víðkar og avbjóðar okkara fatan av, hvat dansur kann vera.

Á skránni eru trý norðurlendsk verk í ymiskum skapum: Boundary, Where Even Flowers Can Grow og Kanska ein bygd. Ein innseting av einum tykisheimi, ein innilig dansisýning, har áskoðararnir koma nær dansarunum, og síðani ein sýning, sum varir alt kvøldið, har poesi og dansur gerast eitt.

Hetta er fyrstu ferð, at bydans er. KOMMA Performance Productions og RIVA - The Faroese Dance Company hava tikið stig til tiltakið í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.

Festivalurin er stuðlaður av Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Almanna- og Mentamálaráðnum.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar